Góður cruisedagur í Funningi

May 03, 2024

Hósdagin 2. mai vitjaði flotta ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Expeditions í Funningi. Hetta er fyrsta skip av trimum, sum vitjar bygdina í ár. Ferðafólk og manning, umleið 140 í tali, vórðu sigld inn á lendingina við skjóttgangandi gummibátum, har lokala cruisetoymið vóru klár at taka ímóti gestunum.

Slíkar móttøkur av cruise-gestum verða skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak. Vitjanin var einastandandi væl eydnað fyri allar partar. Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Runavíkar havn og Visit Runavík fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum.

Umboðsfelag hjá Ultramarine í Føroyum er Faroe Ship.

Vit ynskja Ultramarine, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari í norðurhøvum við kós móti Jan Mayen. Næsta skip kemur til Funnings leygardagin 25. mai 2024.



May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…